Húsalánsgrunnurin (Bústaðir)
Húsalánsgrunnurin (Bústaðir) virkar sambært løgtingslóg 62 frá 2010 um Húsalánsgrunn. Endamálið við Húsalánsgrunninum er sambært § 1 í lógini:
- at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað
- at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum
- at stuðla upp undir Veðurlagspolitikk Føroya at minka orkunýtsluna hjá føroyska býlishópinum.
Húsalánsgrunnurin verður fyrisiting av einum stýri, sum landsstýrisfólkið tilnevnir. Stýrið setir ein stjóra, sum undir sær hevur eina umsiting.
Bústaðir
Føroya bústaðafelag (Bústaðir) er stovnur undir Almanna- og bústaðamálaráðnum er sprottið úr Húsalánsgrunnurin í 2012. Aðaluppgávan hjá Bústøðum er at finna nýggjar og tíðarhóskandi hættir at byggja bústaðir.
Bústaðir er alment bústaðarfelag, ið fíggjar, umsitur og rekur leigubústaðir kring landið. Bústaðir verður fyrisitið av einum stýri, sum landsstýrisfólkið tilnevnir.
Á Bústøðum starvast 9 fólk, sum fevna um stjóra, fíggjarleiðara, leiguumsiting, byggideild og húsavørðir.
Virksemið hjá Bústøðum
Bústaðir hevur í dag 670 leigumál kring landið. Hesi eru staðsett í Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Eysturoy, Norðoyggjum, Suðuroy, Sandoy og í Vágum.
Afturat hesum stendur Bústaðir fyri 45 leigumálum, sum eru á veg á Eirargarði, og aðrir aktørar arbeiða við í minsta lagi 118 leigumálum, sum Bústaðir skulu umsita.
Av leigumálunum hjá Bústaðir hevur Almannaverkið 16 vardar íbúðir í Tórshavn, umframt at Almannaverkið fær tillutað 5. hvørja íbúð frá Bústøðum og umsitur 2 íbúðir eftir bráðtørvslista.
Í februar 2026 stóðu 2.470 fólk á bíðilista til leigumál frá Bústøðum.
Fíggjarviðurskiftir
Húsalánsgrunnurin hevur heimild at upptaka lán fyri upp til 1.050 mió. krónur til bústaðarbygging.
600 mió. kr. skulu fíggja bústaðabygging kring landið, og 200 milliónir krónur eru markaðar til bústaðaverkætlanir til serligar málbólkar, sambært nærri avtalu við landsstýrisfólkið.
Húsalánsgrunnurin hevur heimild til at stovna partafeløg saman við øðrum íleggjarum, sum hava til endamáls at útvega bústaðir sambært løgtingslóg um Húsalánsgrunn.
Eisini hava Húsalánsgrunnurin og kommunur heimild til saman at stovna almannagagnlig bústaðafeløg.
Húsalánsgrunnurin var upprunaliga ein fíggingarstovnur, sum lat lagalig lán til sethúsabygging. Seinnu árini er virksemið broytt, til at Bústaðir nú er ein stovnur, sum fær til vega leigubústaðir og lutaíbúðir. Bústaðir veitir ikki longur nýggj lán til privata sethúsabygging. Tó hevur grunnurin framvegis útistandandi lán, sum ikki eru innfríað. Seinastu árini hevur verið arbeitt við at selja útistandandi lán, og er tað arbeiðið komið væl áleiðis.
Raksturin hjá Bústøðum hevur seinastu árini verið tungur. Hækkandi renta og høgir byggikostnaðir tyngja, og stýrið og nýggja leiðslan í Bústøðum eru í eini miðvísari tilgongd at rationalisera raksturin og hava framt stórar sparingar.
Bústaðir hevur í verandi løtu ognir fyri á leið 1,1 mia. kr., skuld fyri á leið 450 mió. kr. og eginpening fyri á leið 600 mió. kr., men arbeiða við framhaldandi rationaliseringum, m.a. umfígging og sølu av leigumálum.
Bústaðarpolitisk amboð
Lógin um Húsalánsgrunnin er fleiri ferðir broytt fyri at gera tað møguligt hjá Húsalánsgrunninum at arbeiða við øðrum málum enn bert sethúsafígging.
Í 2011 avgjørdi stýrið fyri Húsalánsgrunnin í samráð við Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið, at grunnurin frameftir skuldi virka sum eitt bústaðapolitiskt amboð, heldur enn sum útlánsstovnur, og í dag er sethúsafíggingin ikki longur ein partur av virkseminum hjá Húsalánsgrunninum, hóast grunnurin framvegis hevur heimild til at veita veðskuldarlán og realkredittlán til privata bústaðabygging.
Í sambandi við avgerðina í 2011 varð eisini farið at brúka heiti ‘Bústaðir. Føroya bústaðafelag’ hóast stovnurin sambært lógini eitur ‘Húsalánsgrunnurin’.
Almannaverkið ávísingarrætt
Almannaverkið hevur sambært leigulógini ávísingarrætt til fimtu hvørja íbúð hjá Bústøðum. Hesar íbúðir verða tillutaðar borgarum, ið eru varandi skerdir annaðhvørt sálarliga ella kropsliga, men sum hóast hetta megna at liva í sjálvstøðugum bústaði.
Afturat hesum hevur Almannaverkið sambært kunngerð ein bráðtørvslista til hýsing av støkum uppihaldarum, sum – eitt nú av fíggjarligum ávum – hava ein bráðfeingis bústaðartørv. Talan er í løtuni um tvær íbúðir frá Bústøðum, sum verða nýttar til til hetta endamálið.