Barsilsskipanin og barsilsgrunnurin

Barsilsskipanin er ein arbeiðsmarknaðarskipan, sum veitir endurgjald fyri lønarmiss til løntakarar, ið fara í barsilsfarloyvi. Barsilsskipanin verður umsitin av TAKS í Suðuroy, men tá ið spurningar eru um lógartulking ella annað, setur Barsilsskipanin seg í samband við aðalráðið at umrøða hetta.

Øll, sum móttaka og rinda A-inntøkur, rinda 0,86% av A-inntøkuni til Barsilsgrunnin. Barsilsgrunnurin fíggjar barsilsskipanina.  

Í FL26 er mett útreiðsla í barsilspeningi 194,9 mió kr. og inngjaldið mett til 238 mió kr. Játtanin til Barsilsskipanina í 2026 er 4,8 mió kr., harav 2,8 mió kr. eru til umsiting, og 2 mió kr. til at menna nýggja KT-skipan.