Arbeiðsloysisskipanin og ALS-grunnurin

Høvuðsendamálini hjá ALS eru at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði, og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Landsstýrisfólkið setir eitt stýri umboðandi partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum situr fyri og hevur ábyrgdina av  Arbeiðsloysisskipanini. Siðvenja er, at politiska skipanin fylgir tilmælum um lógar- og kunngerðarbroytingar, sum eitt samt ALS-stýri mælir til.

Øll, sum móttaka og rinda A-inntøku og aðra lønarinntøku, rinda í ALS-grunnin. Inngjøld í ALS-grunnin vóru 196 mió kr. í 2024 og útgjøld 58 mió kr. Ársúrslitið var 210 mió kr.  Eginognin var 1,5 mia. kr. 1. januar 2026 varð ALS gjaldið lækkað úr 0,8% niður í 0,6%. Samlaðu starvsfólkaútreiðslurnar vóru 17,9 mió kr. og samlaði talið av starvsfólkum var 17 ársverk.

Tann 30. mars 2026 vóru 270 arbeiðsleys í skipanini, harav 94 kvinnur og 176 menn. Arbeiðsloysið er sera lágt, og var 1% í februar 2026. Í fiskavirkisskipanini fingu 364 persónar útgjald av 950 tilmeldaðum persónum.