Arbeiðseftirlitið 


Arbeiðseftirlitið er føroyski myndugleikin innan arbeiðsumhvørvi, elveiting, mát og vekt, vinnuligt kavaravirksemi, spreingievni og spreingiarbeiði, fýrverk og roykfrítt umhvørvi.

Av hesum liggur elveiting hjá landsstýrisfólkinum í Heilsu- og orkumálum, og heimildirnar innan fýrverk eru býttar millum Uttanríkis- og fiskimálaráðið og Almanna- og bústaðamálaráðið.

Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðseftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, sum stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við at fremja eftirlitsvitjanir, leiðbeina áhugapørtum og granska óynsktar hendingar - t.d. álvarslig arbeiðsóhapp. Harumframt hevur Arbeiðseftirlitið skrivaraarbeiðið fyri Føroya Vanlukkutryggingarráð og El-nevndina.

Á Arbeiðseftirlitinum starvast umleið 17 fólk.