Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er føroyski myndugleikin innan arbeiðsumhvørvi, tilbúgvingarsamskipan, brunatrygd, elveiting, mát og vekt, vinnuligt kavaravirksemi, spreingievni og spreingiarbeiði, fýrverk og roykfrítt umhvørvi.
Av hesum liggur elveiting hjá landsstýrisfólkinum í uttanríkis- og mentamálum, og tilbúgvingarmál eru hjá landsstýrisfólkinum í tilfeingis- og vinnumálum, tó so at heimildin at seta krøv til førleikar hjá tilbúgvingarmanning er hjá landsstýrisfólkinum í almanna- og heilsumálum. Heimildirnar innan brunatrygd eru býttar millum Tilfeingis- og vinnumálaráðið og Almanna- og bústaðamálaráðið.
Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, sum stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við at fremja eftirlitsvitjanir, leiðbeina áhugapørtum og granska óynsktar hendingar - t.d. álvarslig arbeiðsóhapp. Harumframt hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið skrivaraarbeiðið fyri Føroya Vanlukkutryggingarráð og El-nevndina.
Á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum starvast umleið 20 fólk.