Sjóndepilin
Sjóndepilin er ein sjálvsognarstovnur, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 10. mai 2010.
Játtanin til Sjóndepilin fyri 2026 er 7.137 tús. kr. Uml. 12 ársverk, til samans 14 fólk, starvast í Sjóndeplinum.
Endamálið hjá Sjóndeplinum er at stuðla sjóntarnaðum til meira sjálvbjargni í heimi, skúla, arbeiði og frítíð. Sjóndepilin skal vera ein vitanardepil við ráðgeving, skeiðvirksemi, dagtilhaldi og verkstøðum. Tænastan er fyri alt landið.
Sjóndepilin arbeiðir fyri at sjónveik og blind verða so sjálvbjargin sum møguligt, hava ein virknan gerandisdag, varðveita samleika og sjálvsvirðing og fáa stuðul at góðkenna sína egnu støðu.
Sjóndepilin er á Íslandsvegi 10A í Havn. Vart verkstað fyri sjónveik og lættari seinment er hartil skipað á Traðarbrekku í Tórshavn, sum sjálvstøðug eind undir Sjóndeplinum.
Les meira um Sjóndepilin HER