Dugni

 

Dugni er sjálvsognarstovnur, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Dugni (tá ALV) varð stovnaður av Vanlukkutryggingarráðnum (FVR) tann 16. apríl 1956. Landsstýrisfólkið í almannamálum velur allar fimm limirnar í stýrið fyri Dugna.

Kjarnuvirksemið hjá Dugna er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiðið, ið hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg. Dugni veitir tilboð til fólk í vinnuførum aldri, tó ikki tilboð til fólk við menningartarni.

Játtanirnar á fíggjarlógini til Dugna fyri fíggjarárið 2026 eru tilsamans 16.031 tús.kr.

Dugni hevur fýra deildir og umleið 21 ársverk, tilsamans 23 starvsfólk. Dugni veitir tilboð til umleið 60 næmingar, og 40 arbeiðsfólk.

Virksemið hjá Dugna er skipað í fýra deildir:

  • Skúlin við Áir
  • Verkskúlin, verkstaðirnir á Hjalla og Tinghúsið á Hjalla
  • Verkskúlin og verkstaðirnir á Kambsdali og Tinghúsið í Klaksvík
  • Verkskúlin og verkstað í Suðuroy


Høvuðssætið hjá Dugna er á Hjalla í Havn.

Les meira um Dugna HER