Brekumboðið


Endamálið við Brekumboðnum er at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek, og at virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við breksáttmálan. 

 

Harafturat skal Brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut, veita ráð og vegleiðing um rættindi, kæru- og klagumøguleikar hjá fólki, ið bera brek, gera frágreiðingar og kanningar, veita kunning og frálæru, birta kjak um viðkomandi spurningar, sum viðvíkja rættindi hjá fólki, ið bera brek. Brekumboðið skal virka sum ein óheft og sjálvstøðug eind.

 

Brekumboðið hevur skrivstovu í Klaksvík, og játtanin er 2.000 tús. kr. í 2026.

 

Les meira um Brekumboðið HER