Almannaverkið

Almannaverkið veitir sosiala ráðgeving og leiðbeining til einstaklingar, veitingar til persónar, ið ikki á annan hátt kunnu útvega sær og familjuni tað neyðuga til uppihaldi, og tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima og á stovnum kring landið.

Høvuðssætið hjá Almannaverkinum er á Staravegi 18 í Havn, meðan deildir eisini eru í Klaksvík, í Saltangará, og á Tvøroyri.

Játtan 2026

Lógarbundið

Stuðul

 Rakstur

Løgur

Tilsamans

Útreiðslur

1.620.221

14.628

658.008

7.000

2.299.857

Inntøkur

-21.069

 

-43.406

-2.000

-66.475

Netto

1.599.152

14.628

614.602

5.000

2.233.382

 

Umleið 1.200 starvsfólk starvast í Almannaverkinum. Almannaverkið er skipa við einum Almannastjóra, einari fyrisiting, sum hevur ein stjóra og telur umleið 3% av starvsfólkunum, og einum Veitingar- og tænastuøkið, sum hevur ein stjóra og telur uml. 97% av starvsfólkunum.  Veitingar- og tænastuøkið er skipað í 8 eindum.

Les meira um Almannaverkið HER