Javnstøðunevndin og Demokratia
Sambært javnstøðulógini verður Javnstøðunevndin vald beint eftir løgtingsval og fyri valskeiðið.
Javnstøðunevndin hevur 5 limir, sum eftir tilmæli frá niðanfyri nevndu feløgum og stovnum verða tilnevndir av landsstýrinum: 1 umboðandi løntakarar, 1 umboðandi arbeiðsgevarar, 1 umboðandi Kvinnufelagssamskipan Føroya, 1 umboðandi skúla-, heilsu og almannaverkið og 1 umboðandi Føroya landsstýri. Umboð landsstýrisins er forfólk.
Javnstøðunevndin skal m.a. hava eftirlit við,
- at javnstøðulógin verður hildin
- vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum,
- gera tilmæli í javnstøðumálum
- viðgera klagur frá fólki um mismun vegna kyn.
- viðgera klagur vegna mismun á arbeiðsmarknaðinum vegna brek
Skrivstova fyri Javnstøðunevndina og Demokratia er staðsett í Almanna- og bústaðamálaráðnum. Skrivstovan hevur ein samskipara, hesin fyrireikar øll mál fyri Javnstøðunevndina og Demokratia, viðger klagur og útinnir tær ætlanir, ið nevndirnar annars seta út í kortið.
Umframt at viðgera klagur sambært løgtingslóg nr.52 frá 3.mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn, viðgerð javnstøðunevndin eisini klagur sambært løgtingslóg nr.63 frá 26. juni 2011 um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.
Samskiparin í javnstøðumálum
Brandur Mortensen Nolsøe er samskipari hjá Javnstøðunevndini og Demokratia og hevur skrivstovu í Almanna- og arbeiðsmarknaðarmálummálaráðnum.