Stýrið fyri Húsalánsgrunnin (Bústaðir)

Stýrið fyri Húsalánsgrunnin (Bústaðir) verður valt við heimild í løgtingslóg nr. 62 frá 2010 um Húsalánsgrunn. 
Grunnurin verður fyrisitin av einum stýri við 5 limum, sum landsstýrisfólkið tilnevnir.

Stýrið skipar seg sjálvt við formanni.

Landsstýrisfólkið tilnevnir á 2. hvørjum ári ávikavist 3 og 2 stýrislimir fyri eitt 4 ára skeið.
Stýrið setir stjóra at hava dagligu umsitingina av grunninum. Stýrið kann eisini leggja dagligu umsitingina til ein annan almennan stovn.

Samsýningin til stýrislimirnar skal góðkennast av landsstýrisfólkinum.
Stýrið ger starvsskipan fyri virksemi sítt. Uppskotið til starvsskipan skal góðkennast av landsstýrisfólkinum.
Tann 16. apríl 2024 vóru tríggir nýggir stýrislimir tilnevndir, og 1. mai 2026 vórðu tveir stýrislimir settir. 

Valskeiðið er 4 ár.

Les meira um Bústaðir HER