Vanlukkutryggingarráðið 


Vanlukkutryggingarráðið tekur avgerð í arbeiðsskaðatryggingarmálum og málum viðvíkjandi vinnusjúkum, hendar í sambandi við arbeiði.

Vanlukkutryggingarráðið hevur fimm limir, sum landsstýrisfólkið velur. Forfólkið skal hava lokið løgfrøðiligt embætisprógv, og ein limur skal vera útbúgvin lækni. Limirnir verða valdir fyri fýra ár í senn, tó so at limur verður sitandi, til nýggjur limur er valdur. Nýtt stýri tók við á vári 2025.

Umsitingin av Vanlukkutryggingarráðnum varð á heysti 2023 flutt frá Føroya rætti til Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Í mars 2025 varð arbeiðsskaðatryggingarlógin broytt, soleiðis at sorinskrivarin ikki longur var fastur formaður í Vanlukkutryggingarráðnum. Báðar broytingar vórðu gjørdar eftir áheitan frá sorinskrivaranum. Sorinskrivarin hevði áðrenn víst á, at talið av arbeiðsskaðamálum var vaksandi, og at arbeiðsbyrðan var ov stór hjá Føroya rætti at umsita. Flytingin av umsitingini hevði fleiri avbjóðingar við sær, og hetta hevði við sær, at málsviðgerðartíðin og talið av málum var vaksandi. Hendan gongdin vendi á várið 2025, eftir at nýtt Vanlukkutryggingarráð var sett. Orsøkin til vendu gongdina er helst ein samanseting av fleiri viðurskiftum: lógarbroyting gav skrivaranum heimild at taka avgerðir í einstøkum málum, nýtt Vanlukkutryggingarráð varð sett, og økið varð styrkt við fleiri starvsfólkum. Væntandi er talið av málum komið niður á eitt natúrligt støði innan rímiliga tíð.