Stýrið fyri ALS
Stýrið fyri ALS situr fyri og hevur ábyrgdina av Arbeiðsloysisskipanini. Stýrið hevur sjey limir, sum verða valdir av landsstýrisfólkinum. Tríggir limir skulu umboða løntakarafeløgini og verða valdir eftir uppskoti frá løntakarafeløgunum, harav ein umboðandi løntakarafeløgini hjá tímaløntum, ein umboðandi løntakarafeløgini hjá fiski- og útróðrarmonnum og ein umboðandi løntakarafeløgini hjá alment settum starvsfólkum. Tveir limir skulu umboða privatu arbeiðsgevararnar og verða valdir eftir uppskoti frá arbeiðsgevarafeløgunum, meðan ein limur skal umboða tað almenna sum arbeiðsgevara. Sjeyndi limurin er formaður. Limirnir verða valdir fyri fýra ár í senn. Nýtt stýri tók við 1. oktobur 2025.