Semingsstovnurin
Semingsstovnurin er skipaður at finna semju í kollektivum áhugatrætum á øllum arbeiðsmarknaðinum.
Eitt semingsfólk og eitt varasemingsfólk verða tilnevnd fyri trý ár í senn. Landsstýrisfólkið setir semingsfólkini samsvarandi tilmæli frá setanarbólkinum, sum ásett í § 2 í løgtingslógini um semingsstovn.
Terje Sigurðsson er semingsmaður, og Fróði Sivertsen er varasemingsmaður.