Nevndin fyri Vinnusjúkugrunnin

Nevndin fyri Vinnusjúkugrunnin er hægsti myndugleiki hjá Vinnusjúkugrunninum og hevur ábyrgd av virki grunsins.

Nevndin hevur tríggjar limir, sum landsstýrisfólkið velur fyri 4 ár í senn. Ein umboðar arbeiðsgevarar, ein umboðar arbeiðstakarar og ein við búskaparligum ella løgfrøðiligum førleika.