Arbeiðsumhvørvisráðið
Er mannað við tveimum umboðum fyri arbeiðstakarafeløgini, tveimum umboðum fyri arbeiðsgevarafeløgini, einum umboði fyri landið og kommunurnar, einum umboði fyri starvsfólkini hjá landinum og kommununum og einum formanni. Starvsskeiðið er 4 ár.
Endamálið hjá Arbeiðsumhvørvisráðnum er at geva arbeiðsmarknaðinum høvi til at ávirka tey tiltøk, sum skulu gerast fyri at fáa eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi. Nýtt ráð varð sett 1. desember 2025. Sambært § 52, stk. 2, í arbeiðsumhvørvislógini tilnevnir landsstýrisfólkið forfólk og varaforfólk eftir tilmæli frá umboðunum í Arbeiðsumhvørvisráðnum. Forfólk og varaforfólk skulu setast, tá ið nýtt landsstýrisfólk tekur við.