Stýrið fyri Tórshavnar Privata Vistarheim
Tórshavnar Privata Vistarheim veitur umvegis Almannaverkið bútilboð til fólk við sálarsjúku. Stýrið fyri vistarheimið hevur tríggjar fastar nevndarlimir. Afturat hesum hava Føroya Landsstýri og ríkisumboðið rætt til, um tey vilja tað, at velja hvørt sín lim í nevndina, sum soleiðis í mesta lagi hevur 5 limir. Í løtuni er ongin limur valdur í hesar sessir.
Afturat stýrinum er ein upptøkunevnd har Almannaverkið hevur eitt umboð.