Stýrið fyri Dugna
Dugni er sjálvsognarstovnur, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Kjarnuvirksemið hjá Dugna er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiðið, ið hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg. Dugni veitir tilboð til fólk í vinnuførum aldri, tó ikki tilboð til fólk við menningartarni.
Sum leiðsla fyri stovnin er eitt stýrið við fimm limum. Landsstýrið velur allar limirnar.