Serflutningsskipan landsins

Serflutningsskipan landsins er sambært reglugerð ein flutningsskipan fyri fólk, ið bera brek, sum hava tørv á serflutningi. Endamálið við skipanini er, at veita flutningsmøguleika til fólk, ið bera brek og eru so tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól ella í avmarkaða tíð vegna sjúku ella skaða hava henda tørv. Skipanin fevnir ikki um sjúkraflutning.

Ein stýrisbólkur, sum landsstýrisfólkið í almannamálum setur eftir tilmæli frá pørtunum, hevur mótvegis landsstýrisfólkinum ábyrgdina av, at skipanin virkar eftir ætlan. Í stýrisbólkinum situr eitt umboð fyri brúkaran (MEGD), tvey umboð fyri kommunufelagið, umframt eitt umboð fyri Almannamálaráðið. Hesin stýrisbólkurin hevur ikki verið virkin seinastu árini. Mett verður, at skipanin má endurskoðast.