Faklig nevnd til børn við serligum tørvi
Í sambandi við at uppgávan at veita børnum við serligum tørvi tilboð - ansingarpláss sambært dagstovnalógini - er býtt millum kommunurnar og Almannaverkið, setur landsstýrisfólkið í almannamálum eina óhefta fakliga nevnd at gera tilmæli í teimum førum, ivamál er um, hvør myndugleiki eigur ábyrgdina. Øll mál, ið semja ikki er um millum kommununa og Almannaverkið, skulu leggjast fyri nevndina.
Landsstýrisfólkið velur 3 serfrøðingar til ávikavist limir og varalimir í nevndina. Nevndin verður vald fjórða hvørt ár og verður mannað við 3 serfrøðingum, sum t.d. barnalækna, barnapsykiatara, sálarfrøðingi, heilsufrøðingi, námsfrøðingi, fysioterapeuti e.l.
Almannaverkið tekur avgerð eftir tilmæli frá nevndini. Avgerðin hjá Almannaverkinum kann kærast til Føroya Kærustovn.
Hendan nevndin skal setast av nýggjum. 4 ára skeiðið er runnið.