Kunning um dátuvernd hjá Almanna- og bústaðamálaráðnum

Her kanst tú kunna teg um, hvussu Almanna- og bústaðamálaráðið viðger, hevur um hendi og verjir tínar persónsupplýsingar.

Almanna- og bústaðamálaráðið viðger eina røð av persónsupplýsingum í sambandi við tær uppgávur, ið ráðið røkir. Almanna- og bústaðamálaráðið viðger m.a. persónsupplýsingar:

  • Í sambandi við málsviðgerð, tá ráðið veitir landsstýrisfólkinum ráðgeving og evnar til lógaruppskot og kunngerðir
  • Sum kærumyndugleiki í starvsfólkamálum hjá undirliggjandi stovnum.
  • Um starvsumsøkjarar í setanarmálum.

Viðgerðin fevnir um vanligar persónsupplýsingar, t.d. navn, bústað, teldupost, telefonnummar, og viðkvæmar persónsupplýsingar, t.d. heilsuupplýsingar.

Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini er vanliga at finna í dátuverndarlógarinnar § 8, stk. 1, nr. 5 (myndugleikaútinnan) og § 12, stk. 1, nr. 2 og 7 (heimild í lóg) (rættarkrav).

Fyri at verja tínar persónsupplýsingar hevur Almanna- og bústaðamálaráðið sett ymiskar fyriskipanir og tiltøk í verk. Sum dømi kann nevnast, at mál við viðkvomum persónsupplýsingum verða skrásett sum trúnaðarmál í skjalhaldsskipanini, har atgongdin er avmarkað til tey starvsfólk, ið viðgera málini, og har tað verður kannað við ávísum millumbilum, hvør ið hevur verið inni á málunum.

Almanna- og bústaðamálaráðið víðarisendir í ávísum føri tínar persónsupplýsingar til onnur, eitt nú aðrar myndugleikar ella borgarar. Eitt dømi er í starvsfólkamálum, har neyðugt er, í samsvari við fyrisitingarlógina, at hoyra allar viðkomandi partar fyri at lýsa málið til fulnar. 

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi. Tú hevur rætt til at verða kunnaður, tá Almanna- og bústaðamálaráðið savnar persónsupplýsingar um teg, tú hevur rætt at fáa at vita, hvørjar upplýsingar Almanna- og bústaðamálaráðið viðger um teg, og í ávísum førum hevur tú rætt til at krevja, at Almanna- og bústaðamálaráðið rættar ella strikar upplýsingar um teg.

Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við, hvussu Almanna- og heilsumálaráðið viðger tínar persónsupplýsingar.

Almanna- og bústaðamálaráðið er dátuábyrgdari, og dátuverndarfólk. Hevur tú spurningar til dátutrygdina hjá Almanna- og bústaðamálaráðnum, kanst tú senda ein teldupost til: dpo@tinganes.fo.