Uppskot til ummælis, kunngerð um broyting í kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða, og tá foreldur missa barn.

Heiti
Broyting í kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða, og tá foreldur missa barn.
Frágreiðing

§ 1, nr. 1 er ein broyting av tekniskum slag og ein fylgibroyting av løgtingslóg nr. 180 frá 20. november 2025. Hægst møguliga endurgjald hækkaði sambært løgtingslógini til 31.000 kr. um mánaðin frá 1. januar 2026, og hetta verður nú eisini konsekvensbroytt í kunngerðini. 
 
§ 1, nr. 2 gevur Almannaverkinum heimild at hækka inntøkugrundarlagið hjá teimum, sum í eitt longri tíðarskeið hava fingið veiting fyri fulla tíð, og har upprunaliga ásetta inntøkugrundarlagið er lægri enn inntøkan, sum mett verður at viðkomandi undir vanligum umstøðum hevði havt. 

Ummælisfreist
15.06.2026
Ráð
Almanna- og bústaðamálaráðið
Øki
Almanna- og bústaðamálaráðið
Slag
Almannamál
Dagfesting
18.05.2026
Samband
abmr@abmr.fo
Málsviðgjørt
Heri Petersen
Tak niður
Uppskot Til Broytingarkunngerð Endurgjald Fyri Inntøkumiss