Uppskot til kunngerð um starv við lønarískoyti
Ætlanin er, at kunngerðaruppskotið kemur í staðin fyri kunngerðina um starvsvenjing fyri arbeiðsleys.
Umframt at heitið “starvsvenjing fyri arbeiðsleys” verður broytt til “starv við lønarískoyti”, er høvuðsbroytingin, at afturberingin til arbeiðsgevarar, sum seta arbeiðsleys í starv við lønarískoyti, verður ein føst upphædd í staðin fyri at vera tongd at arbeiðsloysisstuðlinum, sum tann arbeiðsleysi hevur rætt til.
Nú er tað so, at arbeiðsgevarar, sum seta arbeiðsleys í starvsvenjing, fáa eina upphædd, sum svarar til arbeiðsloysisstuðulin hjá tí arbeiðsleysa, tó ikki meira enn 80% av lønini, men ongantíð meira enn hægsta arbeiðsloysisstuðulin, sum í løtuni er í miðal 23.012,75 kr. um mánaðin. Upphæddin kann vera ymisk hjá einum persóni í mun til hjá einum øðrum. Hjá summum er upphæddin so lág, at hon er orsøk til, at arbeiðsgevarar himprast við at seta persón í starvsvenjing. Ætlanin er, at upphæddin nú verður tann sama sum hægsti arbeiðsloysisstuðulin, tó so at arbeiðsgevarin ongantíð fær endurrindað meira enn 80 % av teirri løn, sum hann rindar viðkomandi, sum er í starvi við lønarískoyti.
Endamálið við at broyta afturberingina til arbeiðsgevarar, sum seta arbeiðsleys í starv við lønarískoyti, til eina fasta upphædd er at eggja arbeiðsgevarum at bjóða fólki, sum ikki fáa so nógvan arbeiðsloysisstuðul, starv við lønarískoyti. Verður afturberingin ein føst upphædd, verður hon tí í flestu førum hægri enn tað, hesi fólk fáa í arbeiðsloysisstuðli. Við at broyta afturberingina til arbeiðsgevararnar verða útlitini hjá hesum fólkum at koma í nýtt starv væntandi betri, og harvið fara tey fyrr úr Arbeiðsloysisskipanini. Um viðkomandi, sum hevur verið í starvi við lønarískoyti, kemur aftur í Arbeiðsloysisskipanina, tá ið starvið við lønarískoyti er endað, verður arbeiðsloysisstuðulin roknaður av nýggjum. Tá verður lønin frá starvinum við lønarískoyti roknað upp í útrokningargrundarlagið.
Møguligar viðmerkingar til uppskotið til kunngerð um starv við lønarískoyti skulu sendast til Almanna- og bústaðamálaráðið um teldupost abmr@abmr.fo, í seinasta lagi týsdagin 17. november.
Uppskot Til Kunngerð Um Starv Við Lønarískoyti