Uppskot til kunngerð um serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar.
Við uppskotinum fáa burturriknir ukrainar rætt til barnagjald á jøvnum føti við føroyingar. Uppskotið ger tað eisini møguligt hjá Almannaverkinum at geva ukrainunum tilboð um ávís arbeiðsfremjandi tiltøk, eitt nú arbeiðsbúgving og virknisvenjing. Uppskotið ásetur harafturat, at burturriknir ukrainar, sum búgva saman við øðrum enn sínari familju ella samlivara, fáa fyribils uppihaldsveiting sum einsamallir. Uppskotið ásetur at enda, at burturriknir ukrainar, sum fáa undirvísing í føroyskum sambært løgtingslóg um føroyskt sum annaðmál, hava rætt til fyribils uppihaldsveiting.
Møguligar viðmerkingar skulu sendast til ambr@abmr.fo, við cc til jakupa@abmr.fo, og skulu vera Almanna- og bústaðamálaráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. oktober 2026.
~ 26 14553 1 Uppskot Til Kunngerð Um Serreglur Á Almannaøkinum Fyri Burturriknar Ukrainar 3566890 8 0