Uppskot til kunngerð um persónliga viðbót

Heiti
Uppskot til kunngerð um persónliga viðbót
Frágreiðing

Endamálið við § 1, nr. 1 er at tryggja, at pensjónistur, sum fær persónliga viðbót, fær fullan ágóða av møguligum leigustuðli. Verður kunngerðin ikki broytt, so telur leigustuðul sum inntøka í tørvsútrokningi í sambandi við umsókn um persónliga viðbót, og persónliga viðbótin hevði tí sannlíkt lækkað.

§ 1, nr. 2 er ein broyting av tekniskum slag. Endamálið við § 1, nr. 2 er at einsrætta almannalóggávuna. Í ásetingum av almannaveitingum hevur áður verið víst til hægstu dagpeningaveiting men við tíðini er hetta broytt til hægstu uppihaldsveiting. Men enn manglar at broyta kunngerð um persónliga viðbót. Allar pensjónsveitingar verða javnaðar 1. januar á hvørjum ári, meðan upphæddin sbrt. hesi kunngerð verður javnað 1. mai. Prosenttølini í ásetingini verða í hesum uppskotinum broytt soleiðis, at sjálv upphæddin verður nærum óbroytt samanborið við galdandi kunngerð (hjá støkum neyvt tann sama og hjá giftum og sambúgvandi verður upphæddin, orsakað av avrundingum, eitt sindur hægri).

Møguligar viðmerkingar skulu sendast til Almanna- og bústaðamálaráðið um teldupost abmr@abmr.fo, í seinasta lagi týsdagin 29. september 2026.

Ummælisfreist
29.09.2026
Ráð
Almanna- og bústaðamálaráðið
Øki
Almanna- og bústaðaøkið
Slag
Almannamál
Dagfesting
03.09.2026
Samband
abmr@abmr.fo
Málsviðgjørt
Heri Petersen
Tak niður
Uppskot Til Broytingarkunngerð Um Persónliga Viðbót