Uppskot til kunngerð um at halda frítíð við arbeiðsloysisstuðli

Heiti
Uppskot til kunngerð um at halda frítíð við arbeiðsloysisstuðli
Frágreiðing

Kunngerðin gevur heimild til, at fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, vinna sær rætt at til frítíð við stuðli – t.e. dagar, persónurin ikki nýtist at vera tøkur at átaka sær starv ella luttaka í arbeiðsmarknaðarátøkum - eftir sama leisti sum á vanliga arbeiðsmarknaðinum og eftir sama leisti sum í frítíðarlógini.
Persónur vinnur rætt til at halda frí við stuðli í 2,08 dagar fyri hvønn mánað, viðkomandi er í Arbeiðsloysisskipanini sum fulltíðararbeiðsleysur.
Hetta merkir, at persónurin í eitt ár vinnur sær rætt til upp til 25 frídagar – svarandi til 200 tímar. Tá eru leygardagar ikki íroknaðir.
Samlaða tíðin, persónur hevur vunnið sær rætt til at halda frí við arbeiðsloysisstuðli í innvinningarárinum, kann brúkast í komandi frítíðarári.

Ummælisfreist
08.06.2026
Ráð
Almanna- og bústaðamálaráðið
Øki
Almanna- og bústaðamálaráðið
Slag
Arbeiðsmarknaðarmál
Dagfesting
12.05.2026
Samband
abmr@abmr.fo
Málsviðgjørt
Guðrun Mortensen
Tak niður
2026 Uppskot Til Kunngerð Um At Halda Frítíð Við Arbeiðsloysisstuðli