Uppskot til broytingar í kunngerð um útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd til umvælingar
Heiti
Uppskot til broytingar í kunngerð um útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd til umvælingaFrágreiðing
Sent verður til hoyringar uppskot til broytingar í kunngerð um útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd til umvælingar.
Við broytingini fær fiskimaður útgoldið arbeiðsloysisstuðul eftir 15 dagar í staðin fyri 30 dagar. Stuðul verður í mesta lagi goldin fyri 90 útgjaldsdagar, í sambandi við hvørja einstaka umvæling, í staðin fyri 60 dagar. Harumframt eru tekniskar og málsligar broytingar, millum annað at víst verður til røttu løgtingslógirnar.
Møguligar viðmerkingar til uppskot til broytingar í kunngerð um útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd til umvælingar, skulu sendast til Almanna- og bústaðamálaráðið um teldupost abmr@abmr.fo, í seinasta lagi týsdagin 17. november kl. 12.00.
Ummælisfreist
17.11.2026Ráð
Almanna- og bústaðamálaráðiðØki
Almanna- og bústaðaøkiðSlag
ArbeiðsmarknaðarøkiðDagfesting
20.10.2026Samband
abmr@abmr.foMálsviðgjørt
Tanja SkaalumTak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Útgjald Til Fiskimenn Tá Ið Skip Teirra Verða Løgd Til Umvælingar 20102026