29.05.2026 · Almanna- og bústaðamálaráðið

Ukraina-lógin samtykt

Ukraina-lógin samtykt

Løgtingið hevur samtykt lógaruppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, um bráðfeingis bústaðir og serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar.

Við løgtingslógini fær Landsverk eina greiðari heimild at útvega bygningar og hølir at leiga út sum bráðfeingis bústaðir til burturriknar ukrainar, sum ikki hava annan hóskandi bústað, og at gera bústaðirnar klárar og halda teir við líka. Landsverk fær eisini neyðugu heimildirnar at áseta karmarnar rundanum bráðfeingis bústaðirnar.

Almannaverkið fær við løgtingslógini heimild at seta ein sosialan samskipara til bráðfeingis bústaðirnar, ið skal veita teimum búgvandi sosialfakliga ráðgeving, hjálp og stuðul, meðan landsstýrisfólkið í almannamálum í nærri tilskilaðan mun fær heimild til at tillaga ymsar almennar skipanir, so tær eisini fara at lofta burturriknu ukrainunum.

Landsverk leigar í dag gamla Barnaheimið til bráðfeingis bústaðir. Í løtuni búgva 16 ukrainar á Barnaheiminum.