Tilbúgvingarøkið flytur til Vørn, og Arbeiðs- og brunaeftirlitið verður umskipað
Umsitingin av tilbúgvingarlógini og tilhoyrandi starvsfólk verða flutt frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til Vørn. Samstundis verður Arbeiðs- og brunaeftirlitið umskipað til Arbeiðseftirlitið. Broytingarnar fáa gildi 1. septembur 2026.
Endamálið er at savna tilbúgvingarøkið í Vørn og harvið styrkja samskipanina og menningina av økinum.
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, sum varðar av tilbúgvingarøkinum, sigur:
Við umskipanini verður arbeiðsumhvørvisøkið høvuðsvirksemið hjá Arbeiðseftirlitinum. Hetta leggur eisini lunnar undir eitt enn meira miðvíst arbeiði við fyribyrging, eftirliti og menning av arbeiðsumhvørvinum í Føroyum.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, sum varðar av arbeiðsumhvørvisøkinum, sigur:
Stjóraskifti á Arbeiðseftirlitinum
Í sambandi við bygnaðarbroytingina verður eisini stjóraskifti á Arbeiðseftirlitinum.
Leivur Persson, sum hevur verið stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, flytur við til Vørn sum deildarleiðari á tilbúgvingarøkinum.
Tummas Pauli Juul, deildarleiðari, hevur fyribils tikið við sum stjóri á Arbeiðseftirlitinum.