15.10.2026 · Almanna- og bústaðamálaráðið

SKIL SAMTYKKI - nýtt átak við revsilógini og samtykki í miðdeplinum

SKIL SAMTYKKI - nýtt átak við revsilógini og samtykki í miðdeplinum

Átakið SKIL SAMTYKKI er nú veruleiki!

Átakið skal skapa tilvitan og upplýsing um nakrar ítøkiligar broytingarnar í revsilógini seinastu árini; broytingar, sum vit vita kunnu hava týðandi ávirkan á lívið hjá okkara ungdómi. Í stuttum ynskja vit, at okkara ungdómur og tey vaksnu, ið koma ungdóminum við, vita, hvat lógarbroytingarnar merkja í  gerandislívinum hjá ungdóminum í Føroyum.

Ásetingarnar í revsilógini, sum eru vorðnar brotsligar, og sum vit fara at varpa ljós á, eru :
- Sex uttan samtykki, 2022

- Kynsliga avnoyðslu (en. sextortion) og lokking (en. grooming), 2024
- Sálarligur harðskapur og tráfylging (en. stalking), 2025

Talan er um jaligar lógarbroytingar, hvørs endamál er at verja okkum øll, ung sum gomul, bæði tá vit eru á netinum og í sosialari samveru við onnur. Men avbjóðingin er, at neyðuga kunningin til okkum samfelagsborgarar vantar. Ikki minst vantar kunning til børn og ung.

Staðfest er, at talan um ein átrokandi trupulleika. Avleiðingin av vantandi kunning gerst tíverri tann, at ung fremja lógarbrot av misgáum. Og ikki minst er eisini staðfest, at børn og ung í Føroyum enda í klørnum á fremjarum, ið gagnnýta talgildu amboðini, ið finnast á netinum.

Talgilda rúmið er ein inngrógvin partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum, ungum sum gomlum. Hetta krevur, at vit øll eru tilvitað um hesar vandar, og at vit taka okkum um reiggj fyri at verja børn og ung móti órætti; sama um órætturin er tilætlaður ella kemur fyri av misgáum, orsakað av vantandi kunning.

Boðskapurin í hesum átakinum er ætlaður ungum í miðnámsskúlaaldri umframt undirvísarum, foreldrum og øðrum. Boðskapurin verður miðlaður soleiðis, at ung vónandi kenna seg aftur í málinum og tónanum. Við støði í veruligum dømum, og við samrøðum millum ung, framleiða vit tilfar til ávísu málmbólkarnir.

Tað eru Sig Frá (Almanna- og bústaðamálaráðið), Javnstøðuskrivstovan og Amnesty Føroyar, sum hava gjørt av at spræna nýtt lív í Samtykki-samstarvið, sum mong okkara kenna frá átøkum sum “Sex krevur samtykki” og “Mynd krevur samtykki. Saman við fleiri øðrum viðkomandi pørtum er tilfar ment til endamálið. Tilfarið verður at finna á sosialum miðlum og á heimasíðuni samtykki.fo, sum nú verður pallurin, har alt tilfarið verður savnað.