14.09.2026 · Almanna- og bústaðamálaráðið

Nýggja kt-skipanin til barsilsskipanina verður eftir ætlan tikin í brúk komandi vár

Nýggja kt-skipanin til barsilsskipanina verður eftir ætlan tikin í brúk komandi vár

Margit Stórá, landsstýriskvinna, legði lógaruppskot um broyting í løgtingslóg um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina (Hækka upphæddina og leingja gildistíðina) fram tann 3. august 2026, og í seinastu viku samtykti Løgtingið lógaruppskotið.

Hetta inniber, at TAKS, sum mennir nýggju kt-skipanina, kann gera arbeiðið liðugt og taka nýggju kt-skipanina í brúk komandi vár.

Endamálið við  nýggju kt-skipanini til barsilsskipanina er at fáa eina meira talgilda kt-skipan at umsita barsilsútgjaldið við. Nýggja kt-skipanin verður meira brúkaravinarlig bæði hjá foreldrunum, arbeiðsgevarunum og hjá teimum, sum umsita skipanina; borgarin fær eina betri tænastu, samstundis sum kt-skipanin verður lættari at umsita. Nýggja kt-skipanin verður løtt at tillaga til væntaðar framtíðarbroytingar á barsilsøkinum. Umframt hetta fær barsilsskipanin betri atgongd at dátum, so at til ber at gera betri og bíligari hagtalsgreiningar.

Arbeiðið við at menna kt-skipanina fór í gongd í 2024 við heimild í løgtingslóg nr. 28 frá 1. mai 2024 um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina. Orsøkin til, at neyðugt var at broyta lógina, var, at tær 11 mió. kr., sum vóru avsettar, ikki vóru nóg mikið til at gera kt-skipanina lidna. Eisini var ov stutt tíð sett av í lógini. Nýggja lógin hevur við sær, at 2,5 mió. kr. afturat kunnu brúkast til at menna kt-skipanina, og at skipanin kann gerast liðug í 2027. 

Barsilsgrunnurin ber útreiðslurnar av at menna nýggju kt-skipanina.