Løgtingið hevur í dag samtykt verklagslóg, sum gevur heimild at fara undir fyrra byggistig av nýggju sambýlunum í Vágum. Fyrireikingarnar eru gjørdar, og arbeiðið er klárt at verða sett í gongd.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almannamálum, leggur dent á, at verkætlanin er partur av tí áhaldandi arbeiðinum at betra um bú- og liviumstøðurnar hjá fólki við serligum tørvi.
Fyrra byggistig fevnir um at dagføra og umvæla verandi bygningar á Leitisvegi 70 í Miðvági. Har verða sjey búpláss til fólk við menningartarni og autismu. Arbeiðið verður boðið út í fakarbeiðstøkum, og mett verður, at íbúðirnar vera liðugt umvældar um ársskiftið.
Farið verður samstundis undir at umbyggja verkstaðsbygning á økinum. Bygningurin skal nýtast til felagshøli, starvsfólkaøki og annað felags virksemi. Eisini verður fríðkað um útiøkið.
20,9 mió. kr. eru settar av til verkætlanina.