25.11.2026 · Almanna- og bústaðamálaráðið
Margit Stóra umboðaði Føroyar á norðurlendskum ráðharrafundi
Margit Stóra, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, umboðaði Føroyar á norðurlendskum ráðharrafundi um arbeiðsmarknaðin 24. november. Danmark og Føroyar skipaðu í felag fyri fundinum, sum varð hildin á Ráðhúsinum í Keypmannahavn. Her umrøddu ráðharrar og partarnir á arbeiðsmarknaðinum, hvussu norðurlendski arbeiðsmarknaðarleisturin kann mennast í eini tíð við talgilding, eftirgjørdum viti og grønum umskifti.
Margit Stóra, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum, sum eisini varðar av javnstøðu- og arbeiðsmarknaðarmálum, segði millum annað soleiðis:
Í Føroyum standa vit framman fyri nógvum av somu avbjóðingum sum hini Norðurlondini. Tí er tað sera virðismikið at læra av hvørjum øðrum og menna felags loysnir, sum kunnu styrkja norðurlendska arbeiðsmarknaðarleistin.
Les meira um fundin á leinkjuni HER