26.11.2026 · Almanna- og bústaðamálaráðið

Landsstýriskvinnan vitjaði tilboð á Skálafjørðinum

Landsstýriskvinnan vitjaði tilboð á Skálafjørðinum
1 / 4

Fríggjadagin vitjaði Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, á stovnum og tilboðum hjá Almannaverkinum á Skálafjørðinum.

Á skránni vóru sambýlið og búfelagsskapurin í Blikagøtu, Stíggjur og Stíggjabúðin, dag- og umlættingarstovnurin Mýrusóljan og sambýlini á Rúnarvegi.

Á teimum ymsu støðunum fekk landsstýriskvinnan innlit í virksemið og høvi at hitta bæði tey, sum nýta tilboðini, og starvsfólk og leiðslu.

Tað er gevandi at fáa góð prát og hoyra um gerandisdagin hjá teimum, sum eg hitti á vitjanunum. Samstundis hevur tað stóran týdning at síggja umstøðurnar og fáa innlit í, hvussu tilboðini virka í dagligdegnum. Tað gevur mær eina betri fatan av bæði tí, sum riggar væl, og teimum avbjóðingum, sum eru,” sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Vitjanin er liður í, at landsstýriskvinnan vitjar tilboð hjá Almannaverkinum kring landið.