Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, var í farnu viku á vitjan í Almannaverkinum, á Staravegi og Smyrilsvegi í Havn. Endamálið við vitjanini var at fáa betri innlit í virksemið og tær tænastur, ið Almannaverkið veitir borgarum kring landið.
Vitjanin byrjaði við einari framløgu frá Hjørdis Mortensen, stjóra, um Almannaverkið, nýggja bygnaðin og tær ætlanir og mál, sum eru fyri framman.
Síðani fekk landsstýriskvinnan høvi at hoyra nærri um virksemið á deildunum Arbeiðsbúgving, Hjálpartól og Tulking og Venjing og Samskiftismenning. Hon varð eisini víst runt í hølunum og fekk høvi at seta spurningar og tosa við leiðarar og starvsfólk.
Á rundvísingini sá landsstýriskvinnan millum annað venjingarhølini, sum verða nýtt til endur- og viðlíkahaldsvenjing og samskiftismenning. Eisini vitjaði hon goymsluna hjá Hjálpartólum, har túsundtals hjálpartól fara ígjøgnum á hvørjum ári.