Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur vitjað Beran – Føroyska Sorgardepilin – og kunnað seg um virksemið.
Á vitjanini greiddi Berin frá sínum arbeiði og teimum tilboðum, sum verða veitt børnum, ungum og familjum, ið eru rakt av álvarsligari sjúku ella hava mist ein av sínum kæru.
Berin bjóðar millum annað sorgarbólkar, ráðgevandi samrøður og sálarfrøðiliga viðgerð. Tilboðini eru ætlað børnum og ungum, sum hava mist ella hava álvarsliga sjúk foreldur ella systkin, umframt foreldrum, sum hava mist ella hava álvarsliga sjúkt barn.
Umframt samrøður og viðgerð skipar Berin eisini fyri kunnandi og fyribyrgjandi virksemi og tiltøkum, sum varpa ljós á sorg og tær avbjóðingar, ið kunnu fylgja við álvarsligari sjúku og missi.
Landsstýriskvinnan takkaði Beranum fyri vitjanina og fyri tað týdningarmikla arbeiðið, sum felagsskapurin ger.