Norðurlendskt samstarv

Almanna- og bústaðamálaráðið luttekur í norðurlendska ráðharraráðnum viðvíkjandi samstarvi innan almanna-, bústaða og javnstøðuøkið. Yvirskipaðu leiðsluna av arbeiðinum hava teir norðurlendsku almanna- , bústaðar og javnstøðuráðharrarnir (MR-S, MR- JÄM og MR-A ), sum vanliga møtast einaferð um árið.

Almanna- og bústaðamálaráðið er umboðað í embætismannanevndunum í norðurlendska samstarvinum innan almannamál (stytt EK-S), arbeiðsmarknaðarmál (stytt EK-A) og javnstøðumál (stytt EK-JÄM). Nevndirnar hava ávikavíst fýra og tveir fundir um árið. Harumframt verða tað hildnir eyka fundir, tá viðgerð av málum hava kravt tað, eitt nú fíggjarætlan. Embætismannanevndin fyrireikar fundirnir í ministararáðunum, MR-S,og MR-A ), sum vanliga møtast einaferð um árið.. 4-5 embætisfólk frá hvørjum Norðurlandi luttaka í hesum virksemi. Almanna- og bústaðarmálaráðið hevur eitt umboð í hvørjari nevndini.

Í høvuðsheitum viðvíkur samstarvið almanna- og bústaðarøkið í norðurlandska ráðharraráðnum um:

  • At beina burtur forðingar fyri at at flyta millum Norðurlond.
  • At menna tey norðurlendsku vælferðasamfeløgini í sambandi við nýggjar evropeiskar og altjóða avbjóðingar.
  • At menna tað norðurlendska samstarvi við tey norðurlendsku nærumhvørvini.
  • At býta um tilfar um almanna- og heilsuøkið og kunna um royndir, sum hvørt einstakt land hevur á økinum.

Meira fæst at vita um norðurlendska samstarvið á heimsíðuni hjá Norðurlandaráðnum.