Eftir hvør løgtingsval verður javnstøðunevnd vald, sum skal hava eftirlit við, at lógin um javnstøðu millum kvinnur og menn verður hildin.

Javnstøðunevndin skal harafturat ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum.

Ætlanin sambært lógini var eisini, at javnstøðunevndin skal vera við til at skunda undir javnstøðustrembanini á tann hátt, at hon fylgir við, hvar fyriferst á økinum innan-  og uttanlendis.

Meira kunning um Javnstøðunevndina fæst á heimasíðuni teirra 

Javnstøðunevndin fær eina árliga játtan til virksemi sítt av § 12 á fíggjarlógini.