Arbeiðsmegin í Føroyum fevnir um stóran part av íbúgvunum í Føroyum; í 2025 var arbeiðsmegin 84,1% av øllum teimum 15-74 ára gomlu, og tí hava rammurnar um arbeiðsmarknaðin nógv at týða. Eins og í hinum Norðurlondunum er tað siðvenja her, at føroyski arbeiðsmarknaðurin sjálvur skipar viðurskiftini í kollektivum sáttmálum millum arbeiðsgevarafeløg og arbeiðstakarafeløg. Tó er nakað av lóggávu, sum tryggjar rammurnar um arbeiðsmarknaðin, og hesari lóggávu varðar landsstýrisfólkið av. Hetta er m.a. lóggáva um barsilsfarloyvi, arbeiðsumhvørvi, arbeiðsloysistrygging, arbeiðsskaðatrygging, frítíð, setanarprógv og starvsmenn.

Á arbeiðsmarknaðarøkinum er ein stovnur, sum vísir til landsstýrisfólkið. Harumframt varðar landsstýrisfólkið av Barsilsskipanini, sum verður umsitin av TAKS, og og fimm nevndum og ráðum, sum hoyra til arbeiðsmarknaðarøkið. Arbeiðsloysisskipanin hoyrir eisini undir arbeiðsmarknaðarøkið.