Viðgerð fyri seinárin
Almanna- og bústaðarmálaráðið hevur, sum partur av átaki í heildarætlan fyri kynsligan ágang frá 2016, veitt sálarfrøðiligt viðgerðartilboð til vaksin fólk, sum stríðast við seinárin, tí tey vóru fyri kynsligum ágangi í barnaárunum.
Í heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum 2023-2028 varð mett, at hetta tilboðið skal staðsetast aðrastaðni enn inni í ráðnum. Í staðin hevur Almanna- og bústaðarmálaráðið heitt á Heilsu- og orkumálaráðið um at víðka bólkin, ið hevur rætt til ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð frá Heilsutrygd.
Hetta merkir samstundis, at aldursmarkið á 25 ár fyri at fáa ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð vegna kynsligan ágang í barnaárunum, verður strikað.
Fyri borgaran vil tað siga, at borgarin skal fara til kommunulækna at fáa eina ávísing, áðrenn hann fer til sálarfrøðing. Frameftir verður skipanin ikki ókeypis, men skal borgarin rinda 60 % í egingjaldi, meðan Heilsutrygd rindar ískoyti á 40 %, samstundis sum markið á 10 viðgerðir nú er tikið burtur.