Námsfrøðiligt eftirlit 2025

Í 2025 varð avtala gjørd við Menning.info við Jóhannesi Miðskarð, ph.d., um at fremja námsfrøðiligt eftirlit við 8 tilboðum hjá Almannaverkinum. 

Talan er um hesi tilboð:

• Sambýlið á Bárðarfløtti
• Sambýlið Eiðisgarður
• Dagtilboðið Heildin
•  Sambýlið á Niðaragøtu
•  Depilin á Skálagarði
•  Stuðulstænastur í Suðuroy
•  Stuðulstænastur í Suðurstreymoy
•  Íbúðirnar á Stoffalág og fyriskipanin á Sundsvegnum


Eftirlitið varð framt í oktober og november 2025, og frágreiðingarnar vórðu latnar Almanna- og heilsumálaráðnum í januar og í februar 2026. Frágreiðingarnar eru nú sendar avvarðandi pørtum.

Samandráttur av eftirlitsfrágreiðingunum fyri 2025 og viðmerkingarnar frá Almannaverkinum til tilmælini frá eftirlitinum kunnu lesast høgrumegin.